Útnorðurgrunnurin greiðir suðuoyingum frá um lánimøguleikar

Mikudagin 15. juni klokkan 13:00 fer Bjartur Nolsøe, stjóri í Vestnordenfonden (Útnorðurgrunninum), at greiða frá um lánimøguleikar.

 

Virksemið hjá Vestnordenfonden er at læna pengar út til fyritøkur í Føroyum og í Grønlandi. Eftir eina stutta framløgu er møgleiki at fáa eitt prát við Bjarta um lánimøguleikar, skrivar sudurras.fo.

 

Tiltakið er ætlað íverksetarum, smáum og miðalstórum fyritøkum, og verður í Miðlatúni í Vági.