Útlitini eru vánalig

Nú fara tey at samráðast um løn, samstundis sum at næstan allir prísir eru á veg til himmals

Nú páskirnar eru farin aftur um, fara arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevararnir at samráðast um nýggjan sáttmála. Sáttmálarnir ganga út 30 apríl á midnátt, ella um 11 dagar, og øll arbeiðarafeløgini hava sagt sáttmálarnar upp. Aftur hesa ferð fara tey fimm arbeiðarafeløgini at samráðast saman, tey eru Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havna Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, sum umboðar øll hini arbeiðarafeløgini kring landið.

 

Partarnir hava verið á fundi, har teir hava tosað um samráðingarnar og tosað um hvørji krøv eru til samráðingarnar og nú eftir páskir verður farið undir samráðingarnar.

 

Men hesa seinastu tíðina er støðan í Evropa vorðin rættiliga ótrygg og mestsum allir prísir eru farnir til himmals. Húsarhaldsolja, bensin og Diesel, er næstan tvær ferðir so dýrt nú, sum tað var fyri nøkrum mánaðum síðani. Prísirnir á byggitilfarið er ógvuliga nógv hækkaður, men mett verður, at í ár verður tað einar 19000 krónur dýrari hjá einum miðal húski, bara í mati.

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, váttar, at lønarhækkingar eru ein partur av krøvunum, men hann vil ikki siga, hvussu stór krøvini eru. Men hann sigur, at tey eru fullgreið yvir støðuna og at tað er sjálvsagt, at tað fer at hava sína ávirkan.

 

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag hevur verið burturstaddur, men næstformaðurin, Heri Reynheim, ásannar, at støðan er ikki góð. Heldur ikki hann vil siga nakað um lønarkrøvini, men hann sigur, at tað skal ikki vera nakar ivi um, at lagt verður upp fyri hesum í samráðingunum.

 

– Vit umboða verkafólkið og tað er har rokningin endar til síðst, so hetta er sjálvandi ein liður í samráðingunum, sigur hann. Hann sigur, at tey hava eisini álit á, at arbeiðsgevarin tekur hetta við í samráðingunum.