Leiðarin í ukrainsku samráðingarnevndini, David Arahamiya, sigur, at ábendingar nú eru um, at beinleiðis samrøður skjótt kunnu verða ímillum forsetarnar í Russlandi og Ukraina, Putin og Zelenskyj.
David Arahamiya heldur, at eitt útkast til eina friðaravtalu nærkast og sigur, at Russland hevur góðtikið øll uppskotini, undantikið tá tað ræður um Krim-hálvoynna.
Tað er Reuters, sum ber hesi tíðindi, og tíðindastovan endurgevur Interfax Ukraine. Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, er til reiðar at fyrireika ein fund millum forsetarnar.
- Hvørki dagfesting, ei heldur fundarstaður eru kend, men vit halda tað vera hugsandi, at ein slíkur fundur kann vera í Istanbul ella Ankara, sigur leiðarin í ukrainsku samráðingarnevndini.
David Arahamiya sigur, at turkiski forsetin hevði samrøður við stríðandi partarnar fríggjadagin, og hann segði seg vænta, at ein fundur millum forsetarnar kann verða í nærmastu framtíð.
Sambært útlendskum miðlum í kvøld eru hesi tíðindi ikki váttað í Russlandi.
##med2##