Stutt eftir midnátt ringdi ein útlendskur ferðamaður til løgregluna at boða frá, at hann var vilstur í fjøllunum. Løgreglan sigur, at hann var farin til gongu eftir fjøllunum í Tjørnuvík til Saksunar, men tá ið hann var á veg aftur til Saksunar, misti hann bygdargøtuna burtur og viltist.
Løgreglan sigur, at tey settu seg í sambandi við bjargingarliðið á Eiði, og staðkend fólk, og tey fóru í hagan at leita. Tað gekk væl at finna mannin og góðar hálvan annan tíma seinni var alt fylgi aftur í Tjørnuvík í øllum góðum. Løgreglan sigur, at tað var avbera væl frágingið bjargingararbeiði.











