Útlendskur áhugi fyri Mattiasi

Føroyski landsliðsmálverjin fer møguliga at royna seg uttanlands

Mattias Heðinsson Lamhauge hevur í ár vunnð sær plássið á manslandsliðnum, eftir at Teitur M. Gestsson bleiv skaddur. Málverjin hjá B36 hevur eisini havt eitt gott kappingarár og tað hava feløg uttanlands eisini lagt merki til.

 

- Eg hugsi fyrst um B36 og hetta kappingarárið. Eg kann eisini siga, at spæli eg í Føroyum komandi kappingarár, so spæli eg við B36, sigur Mattias H. Lamhauge, sum tó váttar, at tað er áhugi fyri at spæla uttanlands.

 

- Ja, tað er áhugi frá feløgum uttanlands og eg havi eisini ein dreym, um at spæla yrkisfótbólt, sigur málverjin.

 

Tað hevur ljóðað, at málverjin hjá B36 hevur møguleika at royna seg í eitt nú donskum fótbólti komandi kappingarár. B36 er í løtuni á triðja plássi í Betri deildini.