Útlendskt ferðafólk keyptu fyri útvið 30 prosent meira í 2013 sammet við 2011.
Tað sigur Visit Faroe Islands í ársfrágreiðingini:
– Útlendsk ferðafólk keyptu í 2013 tænastur og vørur fyri 577 mió. kr. Hetta er ein eyðsýndur vøkstur frá 2011, tá umsetningurin var 448 mió. kr. Hetta er ein vøkstur upp á góð 29% hesi tvey árini. Sundurgreiningin vísir, at 77% av umsetninginum stavar frá flutningsfeløgunum og ferðaskrivstovunum. Umleið 12% frá gistingarstøðunum og onnur 4% frá sølu av mat- og drykkjuvørum. Írestandi er býtt millum flutning innanlands, klædnasølu, upplivingar og annað virksemi, skrivar Visit Faroe Islands.
Eftir umbøn frá Visit Faroe Islands fór Hagstovan í 2014 í holt við at kanna búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Av tí, at tað tekur langa tíð at gera hesar útrokningar, drála tølini eitt ár aftur, og eru tað sostatt tølini frá 2013, ið verða viðgjørd.
Meirvirðisgjaldið er eisini hækkandi í tíðarskeiðinum. Úr umleið 21 mió. kr. í 2011 upp í knappar 27 mió. kr. í 2013. Útlendsk ferðafólk hava rætt til at fáa ein part afturgoldnan, tó er rætturin til ta afturgoldnu upphæddina minni enn tvær mió. kr øll árini, skrivar Visit Faroe Islands í ársfrágreiðingini.