Útlendingur: Føroyska málið er mín ábyrgd

Hóast Erik Nielsen hvørki dugdi enskt ella føroyskt, tá hann flutti til Føroya úr Argentina, tosaðu føroyingar við hann á enskum, tá teir funnu útav at hann var útlendingur.

Hóast Erik Nielsen hvørki dugdi enskt ella føroyskt, tá hann flutti til Føroya úr Argentina, tosaðu føroyingar við hann á enskum, tá teir funnu útav at hann var útlendingur. 


- Eg skilti ikki enskt, so av tí sama lærdi eg bæði enskt og føroyskt í senn, sigur hann. 

Tað at hann ikki dugdi enskt, gjørdi tað eisini lættari fyri hann at læra føroyskt, tí hann ikki hevði eitt mál at fella aftur á.

Hjá Eriki hevur gingið væl at læra seg føroyskt, og hann heldur at tá man livur og arbeiðir í einum landi, er eitt tað minsta ein kann geva landinum aftur at læra seg málið.

- Fólk seta eisini prís uppá tað tá ein roynir. At byrja við segði eg ofta bara okkurt, og prøvaði meg fram, sigur hann.

 

Tað  sum hjálpti Eriki mest við málinum var  arbeiði í barnagarði. Børnini tosa lætt føroyskt og dømdu hann ikki tá hann ikki dugi alt. Í barnagarðinum spældu tey meir enn tey tosaðu og málið kom nátúrligt og hann lærdi eitt sindur hvønn dag. Hann lærdi saman við børnunum tá tey lósu søgur og spældu.

- Eg havi arbeiðtt nógv ár í barnagarði, men ein kann siga at eg eisini havi gingið sjálvur í hvussu so er í eitt ár í barnagarði, sigur Erik. 

Erik er nú giftur føroysku Mariu, og saman eiga tey ein tvey ára gamlan sonin Kieran. Lítla familjan býr í Klaksvík. Verfamiljan hjá Eriki hevur altíð tosað við hann á føroyskum, tí hann lærdi seg skjótt at siga "Eg snakki føroyskt!" tí hann vildi prógva fyri teimum at hann dugdi.

 

Hann sigur sjálvur at hann vil tað meir enn hinir útlendingarnir, og tí ger hann sær stóran ómak. Hann vildi hava eitt gott lív, eitt starv hann trívdist í og fella inn í samfelagið.