Útlendingastovan tekur yvir avgerðir um útlendingamál

Frá fyrradegnum 1. septembur 2024 fóru flestu mál innan útlendingaøkið undir føroyskan avgerðarmyndugleika.

Broytingin mekir, at allar umsóknir um varandi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi, sum t.d. viðvíkja familjusameining, arbeiði (eisini gjøgnum ítróttaravtalur, Fast Track-avtalur og ES-lóggávu), sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, og teirra familjur, umframt au pair-umsóknir, framyvir verða viðgjørdar av Útlendingastovuni.

 

Um spurningar stinga seg upp í hesum sambandi, er Útlendingastovan til reiðar at ráðgeva. Viðkomandi vegleiðingar, umsóknarbløð, málsviðgerðartíðir og aðrar upplýsingar eru nú eisini at finna á heimasíðuni www.utlendingastovan.fo 

 

Framvegis verða tó mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt ikki avgreidd av føroyskum myndugleikum. Í slíkum førum kunnu danskir útlendingamyndugleikar enn veita neyðuga vegleiðing og ráðgeving.

 

Fleiri upplýsingar um mannagongdir, kærumyndugleikar og annað kunnu finnast á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni her.