Útlendingar í Føroyum fáa 250.000 krónur

Undirvísingin av útlendingum í Føroyum skal styrkjast

Tað hevur Løgtingið samtykt.

 

Tá ið fíggjarlógin varð samtykt mikukvøldið vórðu 250.000 krónur afturat játtaðar til frítíðarundirvísingina.

 

Tann peningurin er marnaður til at undirvísa útlendingum í føroyskum máli, føroyskum samfelagsviðurskiftum og føroyskari mentan.

 

Annars eru tað fleiri kvøldskúlar, sum hava undirvísing í føroyskum fyri útlendingum, men nú verður tann undirvísingin so styrkt eitt sindur.