Útgávutiltak við nýggju bókini Ódjór

Í sambandi við, at Bókadeildin gevur út nýggja upprunaføroyska bók, verður skipað fyri spennandi og stuttligum útgávutiltaki fyri børn og vaksin.

Tað skrivar Bókadeildin í tíðindaskriv:

 

Bókin vendir sær serliga til børn 10-13 ára aldur, og tiltakið verður leygardagin 27. august kl. 15 í Margarinfabrikkini í Havn. Ódjór er ein ræðusøga, men snýr seg eisini um vinir og einsemi. Silja Aldudóttir hevur skrivað bókina um Astu, sum gongur í skúla í Havn. Bókin er flott og prýdd við tekningum eftir Bárð Dal Christiansen.

 

Skrá

•    Panel við høvundi myndprýðara og ungum lesarum. Petur Háberg er vertur.

•    Ung í Margarinfabrikkini spæla nøkur løg.

•    Lær at tekna ódjór við Bárði DC.

•    Bókin verður til sølu fyri serprís.

 

Um bókina

Vatnflóð og jarðskjálvtar eru í býnum, men eingin veit hví. Úr sínum loyniliga træi sær Asta rotturnar tysja runt í viðarlundini. Í skúlanum droymir hon um, at takið sorlast niður í høvdið á teimum øllum. Undir asfaltinum og betonginum hóttir ein vera við at leggja allan býin í oyði. Ein dagin stendur Asta andlit til andlits við hana.

Ein søga um ódjórini, sum liva rundan um og innan í okkum.