Fríggjadagin 18. september er forkunnugur útgávudagur við spennandi føroyska tónleikabólkinum Punjab - byrjað verður við luttøku í Góðan Morgun Føroyar, áðrenn móttøka er í TUTL handlinum á Káta Horninum í Havn kl. 16.30, har høvi verður at keypa nýggju fløguna hjá bólkinum eins og atgongumerki til útgávukonsert, sum verður kl. 21 Ãí Reinsarínum.
Punjab er mannaður við seks sera dugnaligum dreingjum. Bólkurin varð stovnaður à 2012 og hevur síðani verið nógv at hoyrt á føroysku tónleikapallunum. Punjab hava hesa tíðina miðvíst arbeitt við nýggju fløguútgávuni, sum ber heitið The Flying Elephant.
Og ber til at like'a og lesa meira um Punjab her: www.facebook.com/fo.punjab |










