Útfylling fyri 14 miljónir krónur

Útbyggingin kemur at skapa nógv virksemi kring um í økinum.

Runavíkar kommuna ber kostnaðin av at fylla út og soleiðis skapa grundarlag undir útbyggingini hjá alifyritøkuni Bakkafrost á Glyvrum.

 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, heldur, at hetta er ein góð íløga, sum kommunan er í holt við.

 

- Okkara partur av arbeiðnum liggur um 14 miljónir krónur, men samstundis verða karmar skaptir fyri hesi útbygging, sum kemur at geva rættiliga nógv virksemi, umframt ymiskar ringvirkningar kring um í økinum.

 

Borgarstjórin heldur, at stóra verkætlanin hjá Bakkafrost er ógvuliga spennandi, og hann ivast onga løtu í, at økta virksemið, sum verður á Bakka eftir útbyggingina, fer at vera gevandi fyri alt Runavíkar-økið og nærumhvørvið í Eysturoy.

 

- Sambært ætlanini byrjar byggingin av nýggja og stóra virkinum seinni í ár. Her verður bæði kryvjivirkið og portiónsvirkið undir sama taki. Norðasti bygningurin, sum er á økinum í dag og sum er Kassavirki, verður tikin niður, og síðan verður nýggja virkið bygt norður eftir.

 

Magnus Rasmussen sigur seg hava skilt, at kryvjivirkið verður í syðra parti av nýggja virkinum, og portiónsvirksemi verður í tí norðara.

 

Nú verandi Kassavirkið skal takast niður, verður nýtt virki bygt til hesa framleiðslu syðri á havnalagnum á Bakka.