Útflutningurin er minkaður meiri enn eina milliard

Prísurin á summum vørum er nógv lækkaður

Hetta seinasta árið, frá í apríl í fjør til í mars í ár, var útflutningurin av fiskavørum næstan 1,4 milliard minni enn hann var árið fyri, ella frá frá apríl í 2019 til mars í fjør. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Hagstovan sigur, at hetta seinasta árið hava vit útflutt fiskavørur fyri slakar 7,5 milliardir og, sum sagt er tað 1,4 milliard, ella 15 prosent minni enn árið frammanundan frá í apríl í 2019 til í mars í fjør.

 

Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum. Serliga er útflutningurin av laksi minkaður meiri enn eina hálva milliard, ella frá sløkum 3,9 milliardir, niður í slakar 3,4 milliardir í fjør og sostatt er talan um eina minking upp á 13 prosent. Annars er útflutningurin at kalla tann sami í nøgd, so prísurin er fallin rættilga nógv.

 

Útflutningurin av toski hevur verið 766 milliónir hetta seinasta árið og tað er ein minking upp á næstan 400 milliónir, ella heili 33 prosent. Men her er ikki talan um príslækkingar, tí útflutingurin av toski er minkaður heili 34 prosent í nøgd.

 

Eisini er minni útflutt av makreli. Har hevur útflutningurin verið 694 milliónir hetta seinasta árið og tað er ein minking upp á 272 milliónir, ella 28 prosent. Eisini á makreli er prísurin lækkaður, tí í nøgd er útflutningurin av makreli lækkað 15 prosent.