Útflutningur fyri yvir 600 milliónir í vanda

Í fjør landaðu føroysk skip bara eina einastu last av uppisjóvarfiski í danskari havn.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Nú ES ætlar at boykotta Føroyar, hevur hendrik Old, tingmaður, spurt Løgmann, hvussu støðan er, verða eisini danskar havnir stongdar fyri føroyskum skipum.

 

Í hesum sambandi hevur Hendrik Old spurt løgmann, hvussu nógv, føroysk skip hava avreitt í danskari havn, hesi bæði síðstu árini.

 

Løgmaður sigur, at í 2011 landaðu føroysk skip tríggjar ferðir í danskari, havn, tilsamans 2.725 tons av sild.

 

Í 2012 landaðu føroysk skip bara eina ferð í danskari havn, tilsamans, 262 tons av sild.

 

Men avleiðingin av einum boykotti verður munandi verri enn so, tí løgmaður ger samstundis greitt, at ætlaðu handilstiltøkini hjá ES fevna eisini um forboð ímóti øllum innflutningi av sild og makreli úr Føroyum til ES.

 

Boykotti fevnir eisini um allar úrdráttir úr sild og makreli og føroysk skip við makreli, sild og úrdráttum úr hesum fiski, sleppa bara í danska havn, tá ið talan er um neyðstøðu. 

 

Hetta merkir, at ES ætlar at steingja ES-marknaðin fyri sild og makrel úr Føroyum og eisini at forða fyri, at nevnda vøra  verður løgd upp í ES havn á  á veg til lond uttanfyri ES.

 

Tí eru tær beinleiðis landingarnar hjá føroyskum skipum í Danmark, bara ein lítil partur av trupulleikanum.

 

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í fjør seldu føroyingar sild og makrel til ES londini fyri 574 milliónir, men harafturat varð sild og makrelur úr Føroyum fyri 93 milliónir frt ígjøgnum ES til lond uttanfyri ES.

 

Sostatt er talan um útflutning fyri 638 milliónir, sum verður raktur av boykottinum, brúka vit tølini frá í fjør sum barometur.

Tilsamans útfluttu vit sild og makrel fyri 1,152 milliardir í fjør, so yvir helmingurin fer til ES ella ígjøgnum ES lond.