Dagstovnurin á Hamrinum á Argjum verður nú útbygdur. Ætlanin við Dagstovninum á Hamrinum er broytt síðan í fjør til tríggjar barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur, felagsøki og køk, og starvsfólkarúm í miðjuni í bygninginum.
Støddin er umleið 1.297 fermetrar, seks stovur tilsamans.
Samlaði kostnaðurin er um 57 milliónir krónur.











