Útbyggingin av Svimjihøllini í Gundadali góðkend

Umhvørvisstovan hevur hin 17. mars 2025 góðkent útbyggingina av Svimjihøllini í Gundadali

Umhvørvisstovan skrivar, at góðkenningin er gjørd við heimild í § 13, stk. 1 og § 31 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, við seinni broytingum.

 

Góðkenningin setur krøv til vatngóðsku, reinsiskipanir, goymslu og nýtslu av kemikalium, umframt regluligt eftirlit, soleiðis at heilsufrøðiliga støðan er í lagi. Tórshavnar kommuna eigur og rekur svimjihøllina, og Umhvørvisstovan hevur eftirlit við hyljunum fyri at tryggja, at krøvini í góðkenningini verða fylgd.

 

Útbyggingin fevnir um fimm nýggjar hyljar: langhyl, vatnvenjingarhyl, heitan hyl, kaldan hyl og gosbað. Hvør hylur hevur sína egnu reinsiskipan, sum tryggjar góða vatngóðsku fyri brúkarar.

 

Góðkenningin sæst her

 

Kunngerð um góðkenning av svimjihøllini sæst her