Landsverk hevur sett hol á arbeiðið við nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum. Arbeiðið fyri útgrevstur er nú boðið út.
Nýggi H-bygningurin, sum hann kallast, skal standa niðanfyri Landssjúkrahúsið, út móti sjóvarmálanum og oman móti Sandagerði.
Bygningurin skal millum annað hýsa nýggjari føði- og barnsburðardeild og psykiatriskum depli. Tilsamans skal bygningurin vera 10.000 fermetrar.
Arbeiðið, ið nú er boðið út, er at grava umleið 10.000 fermetrar av jørð oman av har nýggi H-bygningurin skal standa, og burturkoyring av hesum sama tilfari. Umframt hetta skal nýggjur vegur gerast inn á øki, at seta upp byggiplássið og avskerming av arbeiðsøkinum.
Tað er Faerport II-samtakið, ið hevur teknað bygningin Faerport er samansett av fyritøkunum Selmar Nielsen Arkitektur, Árni Winther Arkitektar, LBF og Sofus M. Jakobsen.
348 milliónir krónur eru settar av til nýggja H-bygningin.