Útbúgving av stjóranum gagnar Landsverki

Henrik Old, landsstýrismaður, heldur, at leiðsluútbúgving av stjóranum á Landsverki gagnar stovninum.

 

Tað skrivar Landsgrannskoðarin í árfrágreiðing síni, har víst verður á, at stjóri í Landsverki, Ewald Kjølbro, sjálvur hevur játtað sær 417.000 krónur til at útbúgva seg sjálvan við eini leiðsluútbúgving.

 

Landsgrannskoðanin heldur, at hendan avgerðin skuldi verði tikin í samráði við aðalráðið, tí stjóri er í serligari støðu, tá ið hann bæði gevur loyvi til og játtar útreiðslurnar, ið standast av at útbúgva seg.

 

Í juni 2016 hevur landsstýrismaðurin svarað Landsgrannskoðanini, at stjórin á Landsverki hevur ræðisrættin til rakstrarjáttanina, eins og allir aðrir stjórar landsins. Eisini vísir hann á, at tað eru ávísar útreiðslur knýttar at stjórastarvinum, og tað, at stjórin tekur eina leiðsluútbúgving gagnar Landsverki, ið hevur eitt sera umfatandi virksemi.