- Tað er stutt og greitt ikki samsvar ímillum útbúgvingarnar, føroyingar taka, og eftirspurningin eftir starvsfólki í Føroyum. Støðan í Føroyum er tann, at vit klekja okkara ungdóm til starv í útheiminum.
Soleiðis segði Petur Jacob Sigvardsen, lærari, fólkalívsfrøðingur og rithøvundur, í kjaksending á Rás2 mikudagin.
Í Rás2 Seinnaparti í dag fer panelið at umrøða spurningin, um vit útbúgva fólk til útlandið. Onnur evni í sendingini eru drekkispælið á Facebook, privat heimahjálp og løgtingsmaður, sum talar í tungum.
Tey, sum manna panelið hesaferð, eru Uni H. Johannesen, Justinus Ejdesgaard og Selma Herup.
Lurta eftir panelinum í Rás2 Seinnaparti í dag klokkan 13.