Útbúgva føroyingar til at arbeiða í Føroyum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, vil ikki hava sitandi á sær, at hon heldur, at vit hava ov nógvar akademikarar í Føroyum. Hetta var í sambandi við umrøðuna av løgmansrøðuni.

 

– Hetta vil eg ikki hava sitandi á mær. Boðskapurin hjá mær var og er framvegis, at vit eiga at leggja dent á at hava útbúgvingar her heima, sum hóska til okkara samfelag. Vit eiga at eggja og stimbra til útbúgvingar, har størv eru til tey ungu eftir lokna útbúgving. Soleiðis, at tey ikki ímóti sínum vilja eftir loknan lestur noyðast uttanlands at arbeiða, tí ongi arbeiðstilboð eru her, sigur hon í viðermerking.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at sjálvandi skulu okkara ungu útbúgva seg, og tey skulu eisini sjálvi gera av, hvørja útbúgving tey ynskja at fara undir.

 

– Sjálvt í Danmark hava politikarar og fjølmiðlar sett spurnartekin við fleiri hægri útbúgvingar, um hesar hóska til tað danska samfelagið. Í Føroyum eiga vit eisini at seta spurnartekin við hetta, sigur hon.

 

– Eg krevji, at vit ikki geva okkara ungdómi útbúgvingar, sum taka nógv ár uttan arbeiðsmøguleikar aftaná, sigur hon.