Utøya plágar framvegis mong

Ein triðingur av teimum, sum yvirlivdu hópdrápið á Utøya í Norra fyri skjótt tveimum árum síðani, stríðast framvegis við avleiðingarnar av ræðuleikunum.

Ein nýggj 22. juli-frágreiðing, sum er tann triðja í røðini, greiðir frá sjúkueyðkennum, ið fevna um alt frá angist og tunglyndi til svøvn- og hugsavningartrupulleikar.

Samstundis er tó eisini onkur glotti, tí meðan ein triðingur framvegis hevur trupulleikar at dragast við, vóru tað áður sjey av hvørjum tíggju, sum í fyrru kanningunum enn merktu til avleiðingar.

Fyrsta kanningin varð gjørd á heysti í 2011, bara nakrar mánaðir eftir yvirgangsatsóknina, ið kravdi tilsamans 77 mannalív, og onnur frágreiðing kom á heysti í fjør.