Heimsinsskjótasti maður kom lættliga viðari til hálvfinalurnar í 200 metra renningini. Hálvfinalurnar verða í morgin, meðan finalan verður hósdagin.
Usain Bolt kom víðari úr innleiðandi umfarinum við tíðini 20.39 sekund. 25 ára gamli sprintarin úr Jamaika er favorittur at vinna kappingina, men mett verður at størsti kappingarneytin hjá honum á bæði 100m og 200m, Yohan Blake, hevur ein størri møguleika at koppa favorittinum og landsmanninum í 200m enn hann hevði 100m finaluni.
Yohan Blake kom eisini lættliga víðari úr innleiðandi umfarinum við tíðini 20.68. Usain Bolt endurvann OL gull heiðursmerkið í 100m sunnukvøldið. Hann hevur sett sær sum mál eisini at endur vinna gullið á 200m, sum hann eisini vann til OL í 2008 í Bejing.
Mynd: Usain Bolt vinnur 100m sprint.