Heimsins skjótasti maður, Usain Bolt úr Jamaica, hevði sum væntað ongan trupulleika at koma í finaluna í 100 metra renningini í heimsmeistarakappingini í frælsum ítrótti, sum er í Suðurkorea í hesum døgum.
Í semifinaluni hevði Usain Bolt tíðina 10,05 sekund. Somu tíð hevði amerikanarin Walter Dix, og hóast landsmaðurin hjá Bolt, Yohan Blake, hevði tíðina 9,95 sekund, verður Bolt mettur at vera favorittur at vinna kappingina.
Teir átta rennararnir í finaluni, sum verður í dag klokkan 13.45, eru:
Yohan Blake, Jamaica
Usain Bolt, Jamaica
Walter Dix, USA 10,05
Kim Collins, Saint Kitts and Nevis
Jimmy Vicaut, Frakland
Christophe Lemaitre, Frakland
Daniel Bailey, Antigua
Keston Bledman, Trinidad & Tobago