USA vil ikki hava kríggj við Jemen

Jemen er eitt blóðfátækt land, og í árunum 2015 til 2022 vóru harðir bardagar millum Houthi'arar og landsins stjórn, sum var altjóða viðurkend.

- Vit eru ikki áhugað í nøkrum slagi av stríði her, sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, John Kirby, við tíðindafólk, meðan hann er umborð í amerikanska forsetaflogfarinum, Air Force One. 

 

Talsmaðurin ávarar tó um, at USA fer ikki at drála við at leypa á aftur hernaðarliga Houthi-uppreistrarbólkin, um álopini á skipaferðsluna í Reyða Havinum fara at halda fram. 

 

Tað var fríggjanáttina, at USA og Bretland framdu umfatandi álop á Houthi-uppreistrarbólkin í Jemen.

 

Síðan tá hevur bólkurin lovað hevnd og sigur, at bæði amerikansk og bretsk áhugamál í økinum eru "lóglig" mál hjá teimum. Houthi'arar siga, at orsøkin til álopini á skipaferðsluna er ísraelska krígsførslan í Gazageiranum.

 

Jemen er eitt blóðfátækt land, og í árunum 2015 til 2022 vóru harðir bardagar millum Houthi'arar og landsins stjórn, sum var altjóða viðurkend og stuðlað av Saudi Arabia og øðrum londum um hesar leiðir.

 

Sagt verður, at fleiri hundrað túsund fólk lótu lív í bardøgunum, og stríðið førdi til eina ógvusliga humanitera kreppu í landinum. Lagt verður aftrat, at stríðsstøðan í Jemen hevur verið munandi minni, síðan vápnahvíld varð fingin í lagi í 2022.

 

Í fleiri útlendskum miðlum hevur verið ført fram, at tað serliga er Iran, sum stuðlar Houthi-uppreistrarbólkinum í Jemen.