Amerikanararnir royna nú at fáa fleiri lond at senda herfólk til Irak.
Í einum uppskoti, sum amerikanska stjórnin hevur lagt fyri trygdarráðið hjá ST, verður skotið upp, at eitt fleirtjóðað herlið skal hjálpa irakum at halda skil á, eftir at irakar sjálvir taka við valdinum í landinum tann 30. juni.
Samstundis hevur George W. Bush, forseti, gjørt greitt, at teir amrikonsku hermenninir verða verandi í Irak, so leingi tørvur er á tí. USA hevur í løtuni 130.000 hermenn í Irak, og sambært Bush skulu amerikanararnir framvegis hava eftirlit við iraksku løgregluni og landsins trygdardeildum. Tað er eisini eitt amerikanskt krav, at ein amerikanskur generalur skal standa á odda fyri fleirtjóðað deildini.
Fleiri lond í trygdarráðnum ivast í amerikanska uppskotinum, tí tey seta spurnartekin við, hvussu stórt vald irakar í veruleikanum fáa, um amerikanararnir framvegis skulu hava ein so týðandi leiklut í landinum.
Colin Powell, uttanríkisráðhari, segði um vikuskiftið, at USA fer at taka sínar hermenn úr Irak, fær landið boð um tað frá teirri komandi iraksku stjórnini. Hann legði tó afturat, at USA væntar ikki at fáa slík boð.