Amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir vilja hava flogfeløg, sum flúgva til og úr USA, at herða eftirlitið við trygdini. Boðini eru komin, eftir at ein maður bleiv tikin, júst sum hann fyrireikaði eina spreinging umborð á einum flogfari, sum var á veg úr Amsterdam til Detroit.
Donsku loftferðslumyndugleikarnir vátta, at myndugleikarnir í USA vilja hava flogfeløgini, sum flúgva til og úr USA, at herða trygdartiltøkini. Millum feløgini, sum hava fingið áheitanina, er tað skandinaviska SAS.
PET, Politiets Efterretningstjeneste, sigur við TV2, at tænastan fylgir málinum.
Maðurin, sum eftir øllum at døma ætlaði at spreingja flogfarið úr Amsterdam til Detroit, er ættaður úr Nigeria, men býr í London. Maðurin er nú í varðhaldi hjá amerikonsku myndugleikunum.