USA við ST: Russland hevur deyðalista við ukrainskum nøvnum

Sambært amerikonskum upplýsingum er Russland til reiðar at drepa bæði úrvaldar ukrainar og sivil mótmælisfólk.

Fylgisveinamyndir hava víst stóru russisku hernaðarligu økingina við markið til Ukraina. (Arkivfoto). - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

USA hevur í brævi ávarað ST um, at Russland hevur listar yvir ukrainar,s um skulu drepast ella fongslast í sambandi við eina møguliga innrás.

Tað skriva fleiri tíðindastovur, sum hava sæð brævið frá USA til ST.

Brævið er sent, tá USA óttaðist, at ein russisk innrás av grannalandinum Ukraina stóð fyri durum.

USA hevur »eftirfarandi upplýsingar, sum benda á, at russiskar deildir gera listar yvir eyðmerktar ukrainar, sum skulu drepast ella sendast í fangalegur í sambandi við eina hernaðarliga yvirtøku«. Soleiðis stendur í brævinum.

Her verður eisini ávarað um møguligar álvarsamar avleiðingar fyri sivil.

– Vit hava eftirfarandi upplýsingar, sum benda á, at russiskar deildir fara at taka drepandi miðlar í nýtslu fyri at at upploysa friðarlig mótmæli frá fólkinum, stendur í brævinum.

Brævið er sent mannarættindastjóranum hjá ST, Michelle Bachelet. Amerikanski ST-sendifólki, Bathsheba Nell Crocke, hevur skrivað undir brævið.

Her verður eisini nevnt, at USA er »sera stúrið« um møguligu »mannarættindavanlukkuna« í Ukraina.

Í nátt kom fram, at amerikanski forsetin, Joe Biden, og russiski forsetin, Vladimir Putin, hava gjørt semju um eina prinsippiella avtal um at hittast.

Tað er tó enn ikki upplýst, nær fundurin skal vera.

Sambært USA og vesturlendskum sameindum hevur Russland yvir 150.000 hermenn við markið til Ukraina. Tað er hendan øking í hernaðarliga virkseminum, sum hevur skap ótta fyri eini russiskari innrás.

Russarar hava víst aftur, at tey hava ætlanir um at gera innrás í Ukraina.

Tey hava samstundis sett fleiri krøv til Vesturheimin. Eitt nú, at tey ynskja trygd fyri, at Ukraina ongantíð verður tikið við í tvøratlantisku verjusamgonguna Nato. Tað hevur Nato higartil ikki viljað.

/ritzau/AFP

 

Fylgisveinamyndir hava víst stóru russisku hernaðarligu økingina við markið til Ukraina. (Arkivfoto). - Foto: Handout/Ritzau Scanpix