USA við fleiri tiltøkum ímóti Iran

USA fer at seta í verk fleiri tiltøk ímóti iranska tjóðbankanum fyri at leggja enn størri trýst á landsins leiðslu. Tað sigur Barack Obama, forseti. Hann sigur, at tiltøkini, sum USA og ES hava sett í verk, hava lagt stórt trýst á Iran, men at í Ísrael veksur óttin fyri, at tiltøkini eru ikki nóg mikið til at fáa stýrið í Teheran at sleppa kjarnorkuætlanini.

-Eg havi gjørt av at seta enn fleiri tiltøk í verk ímóti iranska tjóðbankanum og øðrum iranskum bankum, segði Obama í samrøðu við sjónvarpið NBC.

Í samrøðuni royndi forsetin at at doyva tosið um, at Ísrael ætlar at søkja at kjarnorkuútbúnaðinum í Iran. Obama segði, at eingin avgerð, sum kann elva til eitt nýtt kríggj í Miðeystri, er tikin.

Eygleiðarar siga, at serliga tiltøkini hjá ES raka Iran meint.