USA ávarar um yvirgang í India

Amerikanska sendistovan í India sigur, at stórur vandi er fyri yvirgangsatsóknum í høvuðsstaðnum New Dehli. Sendistovan hevur biðið allar amerikanskar ríkisborgarar í býnum vera á varðhaldi.

Á heimasíðuni skrivar amerikanska sendistovan, at fremmand ferðafólk eiga at halda seg burtur frá fleiri av teimum best umtóktu handilshúsunum í býnum.

Í síðsta mánað ávaraði amerikanska sendistovan í New Dehli eisini um, at vandi var fyri yvirgangi í býnum. Tá varð sagt, at sendistovan hevði ábendingar um, at yvirgangsmenn fyrireikaðu seg til at søkja at málum í høvuðsstaðnum.