USA ávarar aftur Norðurkorea

Tað fær álvarssamar avleiðingar, um Norðurkorea ger av at leypa á Suðurkorea. Tað var niðurstøðan eftir ein fund í morgun millum suðurkoreonsku leiðsluna og amerikanska uttanríkisráðharran, Hillary Clinton, og verjumálaráðharran, Robert Gates, sum eru í Suðurkorea.

Samstundis mæltu tey bæði londini Norðurkorea til at viðurkenna, at tað vóru norðurkoreanar, sum søktu eitt suðurkoreanskt herskip í vár.

Amerikanska stjórnin hevur boðað frá, at USA fer at seta fleiri handilstiltøk í verk ímóti Norðurkorea. Tiltøkini umfata millum annað vápnahandil, og harafturat fer USA at leggja hald á virðir hjá norðurkoreonskum einstaklingum.

Hillary Clinton legði í morgun dent á, at amerikonsku tiltøkini eru ikki ætlað at raka norðurkoreanska fólkið, men at málið við teimum er at fáa stýrið har at broyta politikk.

Undan fundinum við suðurkoreonsku stjórnina høvdu Hillary Clinton og Robert Gates verið í teirri avvápnaðu geilini á markinum millum tey bæði koreonsku londini.