USA vann sunnudagin tvífalt gull á stafettunum í 4X400 metra renning. Men har leikaði hart á hjá kvinnunum. Russlandi tók leiðsluna á næst seinastu stafettini, men ein ótrúligur spurtur frá Sanya Richards tryggjaði USA gullið. Hjá monnunum var ivin ikki tann heilt stóri, og við 2.55,39 settu amerikonsu menninir nýtt olympiskt met, tá teir runnu gullið heim.










