USA ætlar at skuldseta Assange

Mark Stephens, sum er verji hjá WikiLeaks-stovnaranum, Julian Assange, vil vera við, at amerikonsku myndugleikarnir fyrireika seg til at skuldseta Assange. Í samrøðu við arabiska sjónvarpið al-Jazeera sigur verjin, at hann hevur upplýsingarnar frá almennum keldum í Svøríki, har Julian Assange er skuldsettur fyri neyðtøku og annan kynsligan ágang.

Eygleiðarar siga, at er tað satt, sum Mark Stephens sigur, eru tað ein fráboðan um, at USA fer at royna at fáa Julian Assange útflýggjaðan úr Bretlandi, so hann kann skuldsetast fyri njósning ímóti USA, eftir at svenska málið ímóti honum er avgreitt.

Assange hevur sitið í varðhaldi í Bretlandi teir seinastu dagarnar, og hann skal fyri ein dómara har í dag. Verji hansara sigur, at hann fer at gera alt fyri at forða fyri, at WikiLeaks-stovnarin verður sendur til Svøríkis.