Í dag bleiv kunngjørt, at Ayman al-Zawahiri er tilnevndur leiðari í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda fyri Osama bin Laden, sum amerikanarar gjørdu av við í síðsta mánað. Men amerikanararnir ætla heldur ikki, at tann nýggi leiðarin skal fáa langa tíð í starvinum.
Ovastin fyri amerikonsku herleiðsluni, admiralurin Mike Mullen, sigur, at al-Zawahiri og felagsskapur hansara eru framvegis ein hóttan ímóti USA.
-Vit ætla avgjørt at gera tað sama við Ayman al-Zawahiri, sum vit gjørdu við Osama bin Laden, sigur admiralurin.
Sambært altjóða tíðindastovunum veit eingin, hvar tann nýggi leiðarin í al-Qaeda er, men hildið verður, at hann fjalir seg onkunstaðni nærhendis markinum millum Afghanistan og Pakistan.