USA tekur seg úr Evropa

George W. Bush, forseti, hevur gjørt av at taka 70.000 amerikanskar hermenn úr Evropa og Asia. Valagn, siga teir politisku mótstøðumenninir

Kalda kríggið er av, og tí hevur USA ikki fyri neyðini at hava so nógvar hermenn í Evropa og Asia longur. Tað heldur í hvussu er George W. Bush, forseti, sum hevur boðað frá, at fleiri herstøðir í Evropa verða niðurlagdar, og at umleið 70.000 hermenn verða fluttir úr Evropa og Asia.

USA hevur í løtuni 115.000 hermenn í Evropa og aðrar 97.000 í Asia og á oyggjum í Kyrrahavinum. Teir flestu amerikonsku hermenninir í Evropa eru í Týsklandi. Teir eru umleið 75.000 í tali, men sambært ætlanini hjá Bush verða bert einir 5.000 eftir um tvey ár.

Í kunngerðini legði forsetin dent á, at eitt av endamálunum við at niðurleggja herstøðirnar í Evropa og Asia er at spara pengar, og hetta hevur fingið fleiri av hansara politisku mótstøðumonnum at siga, at ætlanin er ikki annað enn valagn upp undir forsetavalið í november. Forsetavalevnið hjá demokratunum, John Kerry, segði í gjár, at avgerðin hjá forsetanum fer at gera USA veikari.

Fyrrverandi generalurin Wesley Clark, sum eitt skifti var NATO-ovasti í Evropa, tekur heldur ikki undir við ætlanini hjá Bush.

-Al Qaeda er vikið í meiri enn 60 londum, og hetta er ikki tann rætta tíðin at taka hermenn okkara heim, segði Clark í gjár sambært Reuters.