George W. Bush, forseti, ávaraði í nátt Iran og Sýrialand ímóti at órógva viðurskiftini í Irak Í einari røðu fyri amerikonsku tjóðini segði forsetin, at tað ber til at vinna bardagan í Irak, og at úrslitið kann fáa stóran týdning fyri hin partin av Miðeystri.
Sum væntað kom forsetin inn á afturtøku. Hann segði, at 5.700 hermenn verða tiknir úr Irak í ár, og at umleið 22.000 hermenn afturat fara heim næsta summar, um umstøðurnar loyva tí.
USA hevur í løtuni 168.000 hermenn í Irak.