Amerikanskir myndugleikar meta nú, at tað helst var eitt álop frá islamska yvirgangsfelagsskapinum, Islamski Staturin, ið var orsøkin til, at eitt ferðamannaflogfar leygardagin datt niður í Sinaihálvoynna, og kravdi lívið av 224 menniskjum. Tað skrivar CNN.
Nýggju upplýsingarnir koma einans nakrar fáar tímar aftaná, at bretskir myndugleikar boðaðu frá, at tey mettu eina spreinging verða orsøkin til flogvanlukkuna.
Amerikanskir myndugleikar meta nú, at IS ella ein av teirra samstarvsfelagum, hava plantað eina bumbu umborð á flogfarinum ella í eina tasku umborð.
Illgrunin er millum annað grundaður á eftirliti av innanhýsis samskifti í IS felagsskapinum.
IS boðaði fyrr í dag frá, at tað vóru teir, ið stóðu aftanfyri vanlukkuna, og kunnu prógva tað. Russiskir myndugleikar hava áður nokta fyri, at yvirgangsfelagsskapurin hevði nakað at gera við vanlukkuna, hóast IS longu leygardagin tók æruna fyri flogvanlukkuna.
Bæði Bretland og Írland hava fyrr í kvøld støðgað allari flogferðslu frá Sharm el-Sheikh, inntil greiða fæst á, hvat orsøkin var til vanlukkuna.










