Ósemjan millum Evropa og USA um kríggið í Irak hevur nú fingið ein annan vígvøll. Amerikanska stjórnin stúrir fyri, at ætlanin hjá ES-londunum at skipa sína egnu verju fer at taka grundarlagið undan verjusamgonguni NATO, og at USA verður sett út á síðulinjuna.
Mikudagin var fundur í ovasta NATO-ráðnum, og har nýtti USA høvi at gera vart við sína misnøgd. Men franski sendiharrin svaraði bart út, at málið um ES-verjuna er eitt evropeiskt mál. Amerikanska stjórnin verður kunnað um úrslitið, legði hann afturat.
Fyri amerikonsku stjórnina er tað avgerandi, hvat Bretland ger. Í Irak-krígnum var Tony Blair hollasti stuðulin hjá amerikonsku stjórnini, men nógv bendir á, at bretski forsætisráðharrin er í ferð við at hálsa um, skrivar Aftenposten. Fyri trimum vikum síðani hittust Blair, Gerhard Schrøder og Jacques Chirac í Berlin, og amerikanararnir hava illgruna um, at tað eydnaðist hinum báðum at ávirka Blair, sjálvt um talsmenn hjá stjórnini í London hava víst hesum aftur.
Tað, sum fekk bikarið í Washington at flóta yvir, var ein fráboðan frá Fraklandi, Týsklandi, Belgia og Luksenburg fyrr í ár um, at ES fer at byggja sína egnu hernaðarligu miðstøð, sum einki skal hava við NATO-høvuðsstøðina í Belgia at gera. Sambært Aftenposten eru Frakland og Týskland sinnað at sleppa hesari ætlanini og eru farin at tingast við Bretland um eina aðra loysn. Sambært keldum í Bruxelles skal Blair nú velja evropeiskt samstarv ella samstarv um Atlansthavið, og sambært politiskum eygleiðarum hellir hann meiri til tað evropeiska.