Stjórnin hjá Barrack Obama sleppir hugtakinum ?kríggið ímóti yvirgangi?, sum Bush-stjórnin brúkti um bardagan ímóti altjóða yvirgangi Tað segði Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, tá hon í gjárkvøldið kom til Haag, har hon skal luttaka á einari ST-ráðstevnu um framtíð Afghanistans.
Bush-stjórnin bleiv løgd undir at brúka orðið ?kríggj? um stríðið ímóti yvirgangi fyri at rættvísgera, at myndugleikarnir kundu brúka aðrar hættir enn teir vanligu fyri at røkka málinum. Eitt nú kundu herurin og løgreglan brúka heldur harðliga framferð undir avhoyringum.
Hillary Clinton segði, at hugtakið ?kríggið ímóti yvirgangi? verður als ikki brúkt í umsitingini longur.
-Og tað er ikki tí, at forsetin hevur givið boð um tað, legði hon afturat.










