USA slapp undan fallinum

Við 257 atkvøðum fyri og 167 ímóti samtykti amerikanska Umboðsmannatingið í nátt fíggjarlógarsemjuna, sum Senatið hevði samtykt. Viðgerðin var sera drúgv, og Barack Obama, forseti, duldi heldur ikki fyri, at tað var í síðstu løtu, at avgerðin fall.

-Eg eri til reiðar at samráðast um mangt og hvat, men eg ætli mær ikki at fara undir eitt nýtt kjak við Kongressina, um vit skulu gjalda rokningarnar, sum stava frá avgerðum hjá Kongesssini sjálvari, segði forsetin í nátt.

Samtyktin í Kongressini merkir kortini ikki, at amerikanska fíggjarlógarkreppan er av, tí samtyktin gevur bara politikarunum tveir mánaðir eyka til at finna ta endaligu semjuna.

Obama endurtók í nátt, at tað er neyðugt við einari varandi loysn, og hann legði dent á, at tað kemur ikki upp á tal at økja hallið.