Stjórnin hjá George W. Bush, forseta hevur sýtt fyri at skriva undir og staðfesta altjóða Kyoto-sáttmálan um at avmarka tann veksandi hitan á Jørðini. Stjórnin sigur, at sáttmálin fær alt ov ógvusligar ávirkanir á amerikanska búskapin, verður hann bindandi fyri USA.
Nú sigur amerikanski samráðingarleiðarin í umhvørvistingingunum, Harlon Watson, at USA fer ikki at skriva undir sáttmálan tey fyrstu árini. Tað hevur ljóðað, at stjórnin í Washington hevur umhugsað at staðfesta sáttmálan um trý ár, tá sáttmálin skal endurskoðast, men tað avsannar Watson.
- Vit fara at taka málið framaftur um tíggju ár, og so fáa vit at síggja, hvussu vorðið er tá, segði Harlon Watson í London í gjár.