Tey seinastu tíggju árini eru tær amerikonsku útreiðslurnar til hernaðarmál øktar nógv, men nú skal sparast. Tað segði Barack Obama, forseti, á einum tíðindafundi í verjumálaráðnum Pentagon í dag.
Forsetin segði, at tey næstu tíggju árini verða 487 milliardir dollarar ella góðar 2.600 milliardir krónur skarvaðar av hernaðarútreiðslunum. Hann gjørdi samstundis greitt, at sparingarnar fara ikki at ávirka støðu USA sum herimins sterkasta hernaðarveldi.
Ein avleiðing av sparingunum verður, at USA fer at skerja sína hernaðarligu hjáveru í Evropa, samstundis sum størri dentur skal leggjast á Asia. Tað er ein avleiðing av, at Kina hevur ment sína hermegi nógv tey seinastu árini.
Leon Panetta, verjumálaráðharri, segði á tíðindafundinum í Pentagon, at USA fer eisini framhaldandi at verða væl umboðað hernaðarliga í Miðeystri.










