Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, kunngjørdi í dag, at USA hevur gjørt av at senda ein sendiharra til Myanmar, nú stjórnin har hevur framt fleiri politiskar nýskipanir. Samstundis fer Myanmar at lata sendistovu upp í USA.
-Eftir at hava ráðført okkum við kongresslimir og eftir tilmæli frá Barack Obama, forseta hava vit gjørt av at fara undir tær neyðugu fyrireikingarnar til diplomatiskt samband, segði Clinton í einari fráboðan.
Í dag lótu myndugleikarnir í Myanmar meiri enn 650 politiskar fangar leysar, og fyrr í vikuni skrivaðu teir undir eina vápnahvíldaravtalu við uppreistrarrørsluna Karen eftir áhaldandi stríð í mong ár.