Amerikanski løgmálaráðharrin, Merrick Garland, sigur í kvøld, at hann hevur góðkent at senda pengar, sum USA hevur fryst hjá russiska oligarkinum, Konstantin Malofejev, til brúk í Ukraina.
Tað veit tíðindastovan, Reuters at siga.
Talan er um 5,4 miljónir dollarar ella slakar 40 miljónir krónur.
Amerikanskir myndugleikar løgdu hald á pengarnar, sum russiski oligarkurin átti í USA, tí Konstantin Malofejev er fevndur av amerikansku revsitiltøkunum, sum avleiðing av russisku innrásini í Ukraina.
Oligarkurin hevur sambært USA leingi verið ein týdningarmikil stuðul hjá russisku loysingarfólkunum í eystara parti av Ukraina.
Konstantin Malofejev er ein av 40 russiskum oligarkum og russiskum feløgum, sum er fevndur av amerikanskum revsitiltøkum.