USA ætlar sær at vera við at endurbyggja orkukervið í Ukraina, og tí fer USA at senda umleið 10 milliardir krónur til hetta endamál.
Tað boðar amerikanski varaforsetin Kamala Harris frá sambært tíðindastovuni Reuters.
Kríggið í Ukraina hevur havt avleiðingar fyri partar av orkukervinum í landinum, og amerikansku pengarnir skulu vera við at umvæla og endurbyggja orkukervið og at útbyggja elveitingina.
USA fer eisini at senda 2,6 milliardir krónur í humaniterari hjálp til Ukraina, skrivar Reuters.