Ein kavbátur í sonevnda Ohio-flokkinum kom í gjár á leiðina út fyri Ísrael. Tað sigur amerikanska verjan á boðtænastuni X, fyrrverandi Twitter.
Amerikanski herurin sigur einki um, hvar kavbáturin er, hvat hann kallast og ein heldur, hvørji vápn kavbáturin hevur umborð.
Kavbátur í Ohio-flokkinum er gjarna 170 metrar langur, og hann kann hava fleiri sonevndar Tomahawk-rakettir umborð.
Stutt eftir Hamas-álopið á Ísrael hin 7. okober, sendi USA herskip til eystara part av Miðjarðarhavinum, og her ímillum vóru tveir stórir flogberar.
- Endamálið hjá amerikanarum við at senda flogberar og kavbátar til Miðeystur, er at ræða onnur lond og bólkar at leggja seg út í stríðið millum Ísrael og Hamas.
Ísrael fegnast um amerikanska stigið.
- Vit síggja hetta sum eitt slag av ræðing og sum eitt átak fyri at stabilisera støðuna í økinum, sigur hernaðartalsmaðurin, Richard Hecht.
Tað er NTB, sum ber tíðindini um amerikanska kjarnorkukavbátin í dag, og fleiri aðrir útlendskir miðlar endurgeva eisini hesi tíðindi nú seinnapartin.