- Í nærmastu framtíð fari eg at flyta herfólk til Eysturevropa. Men, hetta verður ikki eitt stórt tal, segði amerikanski forsetin, Joe Biden, eftir at hann í dag var komin aftur til Washington frá einari vitjan í Philadelphia.
USA hevur frammanundan nøkur tíggjutúsund herfólk, serliga í Vesturevropa. Men, í amerikanska verjumálaráðnum Pentagon ætla tey nú at senda nøkur herfólk aftrat til Nato-londini í Eysturevropa.
Fyrr í hesi vikuni segði Pentagon-talsmaðurin, John Kirby, at 8.500 amerikanskir hermenn skulu gerast klárir til at stuðla Nato, sum stúrir fyri, at Russland fer at gera innrás í Ukraina.
Ein slík flyting av amerikanskum hermonnum fer ikki bara at hava hernaðarligan týdning, men eisini politiskan, tí hon styrkir leiklutin hjá USA í stríðnum sum er.
Ukraina er ikki limaland í Nato, men USA sigur seg stúra fyri, at Nato-lond, sum hava mark til Ukraina kunnu gerast rakt av ringvirkninhum, um Russland leypir á. Eitt av krøvunum hjá Russlandi er, at Ukraina ongantíð gerst limur í Nato.
Í síðstu viku ávaraði amerikanski forsetin á tíðindafundi um, at eitt møguligt russiskt álop á Ukraina kann fara at fáa eina heilt aðra "effekt" enn hana, sum Kreml ynskir.
- Vit fara at veksa um okkara leiklut í eitt nú Póllandi og Rumenia, sum bæði eru limir í Nato, um russiski forsetin finnur upp á nakað, segði Joe Biden sambært tíðindastovuni NTB í dag.