USA: Russland nýtir sosialar miðlar at spjaða amerikanarar

Amerikanska fregnartænastan veit um áhaldandi russiskar royndir at spjaða amerikanska fólkið gjøgnum sosialar miðlar.

 

– Tað er einki, sum bendir á, at Russlandi roynir at ávirka miðskeiðisvalið í USA í sama mun, sum undir forsetavalinum í 2016.

 

Tað sigur amerikanska ráðfrúan fyri innanlandstrygd, Kirstjen Nielsen, á eini ráðstevnu um vikuskiftið, sum millum annað snýr seg um veljaraskrásetingar og trygdina á komandi valinumm.

 

Men sjálvt um Russland ikki roynir at ávirka miðskeiðisvalið beinleiðis, hevur amerikanska fregnartænastan avdúkað fleiri áhaldandi russiskar royndir at misnýta sosialu miðlarnar til at skapa spjaðing og ósemjur millum amerikanska fólkið.

 

Royndirnar hjá Russlandi eru kanska ikki beinleðis vendar ímóti ávísum politkarum ella politiskum átøku, men øllum amerikanska fólkinum, sigur ráðfrúan.

 

Kirstjen Nielsen leggur dent á, at ráðstova hennara vil fyrireika valstøðini kring landið uppá, hvussu tey skulu bera seg at mótvegis cyberálpum úr Russlandi ella øðrum pørtum av heiminum.

 

Boðini koma eftir at ein samveldisdómsnevnd fríggjadagin reisti ákærur ímóti 12 russiskum fregnartænastufólkum.

 

Tað var við ákærum um, at tey skuldu havt hakkað teldunetið hjá Demokratunum, tá Hillary Clinton var forsetavalevni í 2016.

 

Ákærurnar eru ein partur av kanningum av viðurskiftunum millum Russland og herferðina handan táverandi forsetavalevnið, Donald Trump.

 

Varaløgmálaráðharrin, Rod Rosenstein, segði fríggjdagin, at russarar hava hakkað valskipanina og stolið upplýsingar um eina hálva millión velajrar.

 

Ákærurnar koma fáar dagar fyri toppfundin millum Vlademir Putin og Donald Trump í finska høvuðsstaðnum Helskinki.

 

Tá Donlad Trump á tíðindafundi fríggjadagin varð sprudur, um hann vildi biðja Putin halda seg burtur frá amerikanska valinum, svaraði hann »ja«.

 

Amerikanski forsetin gav eisini eina ábending um, at hann ikki væntaði serliga framgongd á hesum økinum.

 

/ritzau/AP