Amerikanska stjórnin mælir nú myndugleikunum í Moskva til at skipa fyri einari óheftari kanning av umstøðunum í sambandi við forsetavalið í gjár. Reuters skrivar, at boðini úr Washington eru eitt úrslit av, at fleiri valeygleiðarar hava sagt, at teir staðfestu fleiri tilburðir av sviki á valinum.
-Vit mæla russisku stjórnini til at skipa fyri einari óheftari kanning av hesum viðurskiftum, stendur í kunngerðini frá amerikanska uttanríkisráðnum.
Uttanríkisráðið leggur í sama viðfangi dent á, at USA er til reiðar at samstarva við tann nývalda forsetan, Vladimir Putin.










