USA hevði meiri ennm 1.500 milliardir krónur í halli á fíggjarlógini í oktober mánað, og so stórt hall hevur tað almenna har ikki havt fyrr. Oktober er tann fyrsti mánaðurin í fíggjarárinum 2009, og fíggjarmálaráðið í Washington sigur, at so vánaliga byrjan hevur einki fíggjarár havt í landsins søgu.
Oman á hetta hallið kemur, at farna fíggjarár brúkti USA einar 3.000 milliardir krónur meiri til hernaðarmál, enn játtað var á fíggjarlógini 2008.
Ein orsøk til tað óvanliga stóra hallið í oktober er, at stjórnin noyddist at brúka meiri enn 700 milliardir krónur til at hjálpa fíggjarmarknaðinum. Goerge W. Bush, forseti, hevur sagt, at hann og stjórnin fara at brúka tað, sum svarar til einar 4.500 milliardir krónur til at steðga afturgongdini í lansins búskapi.
Enn torir eingin at siga, hvussu stórt hallið á fíggjarlógini fyri 2009 verður, men summir serfrøðingar siga, at tað kann koma upp á einar 6.500 milliardir krónur.
Barrack Obama hevur lovað at gera alt fyri at fáa búskapin aftur á rættkjøl, men eygleiðarar siga, at uppgávan verður ovurstór, tí í veruleikanum er kreppan júst byrjað, siga teir.









