Í kvøld vita útlendskar tíðindastovur at siga, at USA og Bretland hava framt álop á 18 mál hjá Houthi-uppreistrarbólkinum í Jemen.
Hetta upplýsir eisini amerikanska verjumálaráðið í kvøld.
Sagt verður, at álopini hesaferð eru vend beinleiðis móti 18 Houthi-málum á tilsamans átta støðum í Jemen.
Sambært Pentagon hava málini verið vápnagoymslur hjá houthi'arum undir jørð, dronur, loftverjuskipanir, radarar og ein tyrla.
- USA fer ikki at drála við at handla, tá tað er neyðugt fyri at verja lív og flutning á einari av heimsins týdningarmestu siglingarleiðum.
Tað sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, í einari viðmerking til hesi seinastu álopini á Houthi-uppreistrarbólkin í Jemen.
Houthi'ararnir siga, at teir fara at leypa á skip í Reyða Havinum, so leingi sum Ísrael fremur álop á palestinar í Gazageiranum.
##med2##